Húsabjálving

Tað gongur væl

Tað gongur væl at sleppa av við leivdirnar aftaná eldin á Varðanum Pelagic. Rúgvan við stáli og jarni er um at vera komin umborð á Hav Scandiu. Nú verður ein løta har rustfría tilfarið skal flytast nærri skipinum, tá verður flutt til fremru lastina,  har hetta tilfarið skal lastast. Arbeitt verður skiftisvakt, og aftaná 48 tímar er ætlanin at skipð skal vera lastað. Her tosa vit um stál og rustfrítt stál. Nakað av aluminium verður flutt burtur á annan hátt, og um nakað verður eftir,  sum ikki sleppur við skipinum,  verður tað flutt burtur í opnum bingjum.

Facebook viðmerking