Húsabjálving

Suðuroyingar uppiborið 3 stig

Sunnudagin tóku Suðuroyingar ímóti botnliðnum ÍF við Stórá. Stórt trýst var undan dystinum á báðum liðum, bæði høvdu ein sigur fyri neyðini. ÍF fyri at fáa gongd á royndina at náa 8. plássinum, og Suðuroyingar fyri at venda gongdini við 4 tapum eftir summarsteðgin.

Dysturin var heldur rótutur fyrstu 20 minuttirnar. Liðini bæði royndu at stríðast og Suðuroyingar vóru sera grammir. ÍF royndi at spæla fótbólt, men Suðuroyingar megnaðu í flestu førum at steðga uppspælinum, og so varð ferð sett á ímóti ÍF málinum.

Einstakir møguleikar vóru fyrstu 30 minuttirnar, men ongin rættiligur málmøguleiki.

Tá 35 min. vóru farnir vinna Suðuroyingar bóltin í vinstru síðu. Bólturin verður spældur tvørturum til Salmundur legði bóltin inn um ÍF verjuna, har Búi Egilson megnar at renna bóltin upp, fær fótin á og skorar eitt vakur mál – og so var støðan 1-0.

Suðuroyingar stríddu seg eftir hetta fram til nakrar møguleikar afturat, men hálvleiksstøðan var 1-0.

Seinni hálvleikur var sum fyrr, tó vóru tað nakað fleiri málmøguleikar. Suðuroyingar høvdu onkran málmøguleika, sum burdi hava ført við sær 2-0. Og í hinum endanum hevði málverjin hjá Suðuroying onkra fantom-bjarging, sum forðaði ÍF í at skora.

Ein uppiborin sigur til Suðuroyingar og 3 týdningarmikil stig, sum førdu við sær, at Suðuroyingar ryktu upp eftir á stigatalvuni.

Næsti dystur er á útivølli ímóti EB/Streymi tórskvøldið.

 

Myndina tók Bjartur Vest

Facebook viðmerking