Múrarafelagið Knáur

Hvistan aftur av frálíkum túrið í Reykjavík

Rørslufelagið í Suðuroynni Hvistan, er júst á veg heim aftur úr Reykjavík, har tey hava luttikið í Reykjavíkar Marathon, ið hevur verið hildið í vikuskifitnum, sum saman við Menningarnøtt ið er stórsta einstaka tiltakinum á árinum í Reykjavík  eisini fór fram, og har millum annað Stanley Samulesen, Guðrið Hansdóttir og Danny & the Veetos luttóku til føroysku tiltøkinini á Sendistovuni og í Hørpu. 

Hetta er á fyrsta sinnið, at Hvistan soleiðis fer við einum bólki av landinum, men samstundis ein liður í at samansjóða limirnar í Hvistuni, sum seinastu árini hevur fingið alt fleiri limir og í ár setur met í limatali. 
 
Nú teir 27 suðuroyingarnir eru á veg heim aftur, hava tey uppliva eina rúgvu, samstundis sum at tey náddu tey mál ið tey høvdu sett sær fyri, nevnliga at renna og gjøgnumføra teir ymisku teinarnar ið vóru til ársins Reykjavíkar Marathon.
 
Heimafturkomin hava Hvisturnar eisini fingið hópin av íblástri og hugskotum, um hvussu tey á bestan hátt kunnu skipa fyri og skapa karmur um Føroya Sunnasta 1/2marathon, ið verður í Suðuroynni leygardagin 23. september og sum fólkini í Hvistuni eru fyriskiparar av, og sum longu nú hevur fingið nógvar tilmeldingar. 
 
Facebook viðmerking