Múrarafelagið Knáur

Suðuroyingar javnleik 2-2 ímóti EB/Streymi

Suðuroyingar spældi javnleik 2-2 ímóti EB/Streymi við Margáir í kvøld. Suðuroyingar harmast tó uttan iva um, at teir ikki fingu øll trý stigini suðuraftur við, tí tá teir vóru á odda 2-0.

Tað var tann altíð málfarligi Búi Egilsson, sum legði Suðuroyingar á odda 1-0 tá 12 minuttir vóru farnir. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, økti Jón Krosslá Poulsen um leiðsluna til 2-0.

Men við tveimum málum seinastu 25 minuttirnar av dystinum, av Dan í Soylu og Ara Mohr Olsen, javnaði EB/Streymur til støðuna 2-2.

Sostatt endaði dysturin við javnleiki og 1 stigi í part.

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerking