Bindiklubbakvøld ónskvøldið 10. okt.

Ónskvøldið 10. oktober er tað sera vælumtókta Bindiklubbakvøldið hjá VB aftur á skránni við spennandi og fjøltáttaðari skrá.

Skráin fevnir millum annað um, at Randi Hjelm Debes, íverksetari, kemur at greiða frá Faroeknit. Toystovan kemur eisini at vísa fram nýggjast heystmótan.

Eyðfinn Debes og vinmenn koma at syngja nakrir sangir.

Høvið verður eisini at stuðla Krabbameinsfelagnum við at keypa onkrar lutir, og lutaseðlar verða seldir til frama fyri VB.

Og sum vant, verður sjálvsagt okkurt til matna.

Kostnaður 100 kr. – og tilmelding fer fram á tlf. 573450 (Jónhild), tlf. 271542 (Eyðbritt) ella tlf. 588097 (Arngerð) í seinasta lagi 7. okt. 2018

Facebook viðmerkingar