Húsabjálving

Búi Egilsson á U-21 landsliðið

Eli Hentze, venjari hjá U-21 landsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undakappingardystirnar, sum verða tórsdagin 31. August og týsdagin 5. September.

– Vit gleða okkum og fara undir uppgávurnar við vónum og ætlanum um, at avrikið skal verða 110 prosent. Soleiðis sigur Eli Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum, sum í næstum skal spæla tveir EM-undankappingardystir.

Tórsdagin 31. august verður talan um danska mótstøðu á Tórsvølli, og fimm dagar seinni, týsdagin 5. september skal føroyska U21-liðið spæla á útivølli ímóti Finnlandi.

– Fyri framman standa tvær stórar og spennandi uppgávur, men vit hava eisini úttikið ein sterkan hóp. Men danir hava eisini eitt gott U21-landslið, har ikki færri enn átta av spælarunum vóru við í U21 EM-endaspælinum í summar, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Teir, sum eru úttiknir, eru:
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Ari Olsen, Skála
Benjamin Heinesen, B36
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnussen, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur
Daniel Johansen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Búi Egilsson, TB/FC Suðuroy/Royn

Facebook viðmerking