Húsabjálving

Leiðari til íløgudeildina

Hevur tú hug og áræði – saman við restini av starvsliðnum á LÍV – at skapa varandi virðir fyri kundar okkara og áhaldandi at menna íløguøkið, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Íløgudeildin arbeiðir áhaldandi fyri, at eftirlønaruppsparingin hjá kundum okkara støðugt økist, soleiðis at ágóðin kemur kundum okkara til góðar.

Sum íløguleiðari kemur tú at hava ábyrgdina av einum øki í støðugum vøkstri og menning, har nýggir íløgumøguleikar skulu troytast í tøttum samskifti við sam­ starvspartar okkara.

Vit leita tí eftir einum leiðara sum:

  • Hevur eitt høgt fakligt støði
  • Dugir og dámar at samskifta við samstarvspartar, kundar og starvsfelagar
  • Hevur førleikar og neyðugu ábyrgdarkensluna av áhaldandi at menna 
íløgudeildina
  • Hevur góð samstarvs­ og leiðsluevnir
  • Hevur viðkomandi útbúgvingar og royndir

Hevur tú hug, áræði og neyðugu førleikarnar til at bera LÍV fram á leið saman við einum sterkum starvsfólkaliði?

Íløguleiðarin hevur ábyrgdina av samskiftinum við íløgurøktarar og áhaldandi at menna tænastur okkara á íløguøkinum.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.foUmsóknarfreistin er 11. sep.
 
Facebook viðmerking