Múrarafelagið Knáur

Sjúkrahússtjóri til Landssjúkrahúsið og forstjóri til Sjúkrahúsverkið

Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2018. Sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum verður eisini forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið.

Fyri at tryggja, at samlaða sjúkrahúsverkið kann virka sum ein vælvirkandi og virkislig eind, hevur landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum tikið avgerð um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri.

Bygnaðurin framyvir verður sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínamillum greitt ábyrgdarbýti.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 140 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 870 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 32 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 fólk.

Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum. Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.
Upplýsingar um sjúkrahúsini síggjast á teirra heimasíðum – www.ls.fowww.ks.fo og www.ssh.fo.

Høvuðsuppgávur sjúkrahússtjórans eru m.a.

  • at hava ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arbeiðsuppgávunum á Landssjúkrahúsinum,
  • at hava ábyrgd av støðugari menning á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at sjúkrahúsið støðugt tillagar seg tørvinum hjá sjúklingunum og broytingunum í treytunum hjá sjúkrahúsinum
  • at tryggja munagóðan rakstur og tilfeingisnýtslu innan galdandi fíggjarkarmar,
  • at hava ábyrgd fyri at hagtøl yvir virksemið á Landssjúkrahúsinum verða fingin til vega,
  • at hava ábyrgd fyri, at sett verða mál fyri Landssjúkrahúsið innan kanningar-, viðgerðar- og røktarøkini, umframt fíggjar- og starvsfólkaligu økini í trá við tey mál og stevnumið, sum verða ásett av Heilsu- og innlendismálaráðnum,

Høvuðsuppgávur forstjórans eru m.a.

  • at optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, sum m.a. fer at merkja, at virksemið økist og verður meira støðugt í øllum sjúkrahúsverkinum,
  • at tryggja samstarv við onnur sjúkrahús, primeru heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar í mun til heilsuøkið,
  • at tryggja, at tilfeingið (fíggjarliga tilfeingið, starvsfólk, hølir og útbúnaður) verður gagnnýtt so rationelt sum gjørligt,
    í samráð við Heilsu- og innlendismálaráðið at skipa eitt greitt uppgávubýti, sum bæði fakliga og rakstrarliga er skynsamt,
  • at tryggja eina miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging fyri alt sjúkrahúsverkið,
  • at tryggja eina miðvísa rekrutteringstilgongd av heilsustarvsfólkum til alt sjúkrahúsverkið,
  • at hava ábyrgd av at menna strategisk samstørv við sjúkrahús uttanlands í mun til serviðgerð uttanlands.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.foUmsóknarfreistin er 18. sep.
 
Facebook viðmerking