Húsabjálving

Vágs kommuna søkir skrivstovufólk

Søkt verður eftir skrivstovufólki til kommunuskrivstovuna í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast tilber og fram til 1. oktober 2019.

Vit vænta:

  • at umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrkið.
  • at umsøkjarin hevur kunnleika til bókhald.
  • at umsøkjarin hevur góðan málkunnleika,  og ert før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt.
  • at umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika.
  • kann arbeiða sjálvstøðugt, og ert fúsur at átaka sær skiftandi uppgávur í fyrisitingini.

Fyrimunur er at kenna til m.a. bókhaldskipanina Navision, Lønarskipan Landsins, stempulskipanina Totalview og journalskipanina 360.

Starvið er 39 tímar pr. viku og er lønt samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kommunuskrivstovuna á telefon 663000 ella Petry Joensen, býráðsskrivara á telefon 733008.

Vágs kommuna skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella ongan at seta í starvi.

 

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi 12. september 2017 kl. 12.00.

 

Umsóknin skal sendast til :

VÁGS KOMMUNU

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

Viðm. Skrivstovufólk

Facebook viðmerking