Húsabjálving

Stórur áhugi fyri Føroya Sunnasta 1/2 maraton

Áhugin fyri Føroya Sunnasta 1/2 marathon er sera stórur. Fyriskiparnir, ið eru fólkini handan rørslufelagið Hvistuna í Suðuroynni, høvdu sett nøsina upp í móti at fáa eini 20-30 fólk við til hetta tiltakið, men nú tað hevur verið møguligt at melda til í skjótt 14 dagar, nærkast luttøkutalið 200, harav 32 eru næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Vit eru sera fegin um hetta, og serliga tað, at vit náa breiddina, og tá meina vit við, at tað eru sera nógv, ið ikki vanliga umboða nakað felag, men sum hava sæð hetta sum ein frálíkan møguleika at koma ígongd við rørslu, ella at uppliva Suðuroynna ella kanska at seta sær størri mál, ið nú hava melda til hetta tiltakið. 

 
Tað sæst eisini í Suðuroynni, at fleiri eru vorðin meira kropsliga virkin, tí í Hvistuni hevur limatalið í ár snýkt seg upp um tey 60 og sum er met høgt.
Felagsskapurin er góður, við tað at samanhaldi og vinarlagi er gott, og soleiðis viðvirkandi til at limirnir eru kropsliga virknir við góðum gongu og rennitúrum, sum so hava við sær, at fólkini seta sær mál, so sum at renna 5km, klára eina betri tíð, tapa nøkur kilo, ella sum nú, at klára at leggja 21,1 km afturum. 
 
Enn ber til at melda til, men um ein ynskir t-shirt, so er evsta mark er í dag, ónsdagin 30. august.
 
Facebook viðmerking