Húsabjálving

Tummas og Jákup vunnu 22. umfar í sjavs

Tórsdagin í farnu viku var 22. umfar í sjavs. 18 pør vóru til kappingina, sum Tummas Jacobsen og Jákup Joensen vunnu.

Úrslitið av 22. umfari var hetta:

Nr. 1. Tummas Jacobsen og Jákup Joensen, 4 stig hvør

Nr. 2. Anja Bech og Jónbjørg Ziskasen, 3 stig hvør

Nr. 3. Eyðfinn Thomsen og Benjamin Thomsen, 2 stig hvør

Nr. 4. Thomar Hermansen og Páll Lervig, 1 stig hvør.

 

Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson eru framvegis fremstir í sjavskappingini, men í oddinum styttist nú millum 1.,2. og 3. og 4. pláss. Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Næsta umfar í sjavskappingini verður í VB-húsinum tórskvøldið 31 aug. kl.18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerking