Húsabjálving

Tekniskur leiðari til Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara á Teknisku deild, tí verandi leiðari fer frá sum leiðari vegna aldur.

Undir Teknisku deild eru umframt tað kommunala tekniska virksemi eisini Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið.

Høvuðsverkevni

  • Leiðsla á Teknisku deild, har Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið eru undirløgd
  • Býar- og byggi planlegging
  • Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir
  • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  • Stýring av kommunalum viðlíkhaldsarbeiðum
  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.
  • Projekteringsarbeiði og eftirlit
  • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar-arbeiði
  • Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir og vitarnar virksemi fyri alla deildina

Vit kunnu bjóða

  • Góðar arbeiðsumstøður við møguleika til førleikamenning.
  • Eitt starv við nógvum áhugaverdum og avbjóðandi uppgávum

Førleikakrøv

  • Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving
  • Fyrimunur er at hava royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum
  • Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist
  • Munnligan og skrivligan førleika
  • Hollan telduførleika
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 27. sep.
 
Facebook viðmerking