Húsabjálving

Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan við Stórá

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Dagstovnin við Stórá at byrja 02.10.2017 ella skjótast tilberð.

Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga 87 frítíðarskúlabørn.

  • Starvið er 30 tímar um vikuna og verður sett á stovnin, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 – 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.
  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-19
  • Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 6 – 9 ár
  • Er íðin, nærlagdur og álítandi
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur umsorgan og virðing fyri børnunum og vaksnum
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 19. sep.
 
Facebook viðmerking