Húsabjálving

Framleiðslufólk til Mjøl- og Lýsiframleiðsluna hjá HAVSBRÚN

Havsbrún er altjóða viðurkent virki við 2 framleiðsludeildum – Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi, og Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks.

Framleiðslan er í støðugari menning, og vit søkja ágrýtin framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna at seta í starv sum skjótast.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún eru 91 starvsfólk, harav 40 eru á Mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum í høvuðsheitum framleiðir fiskamjøl og lýsi.

Arbeiðið sum framleiðslufólk er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

  • Framleiðsla
  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
  • Reinsa lýsi
  • Annað fyrifallandi

Tín vangamynd
Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða í toymum og sjálvstøðugt. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eitt ávíst maskintekniskt innlit, umframt grundleggjandi telduførleikar.

 
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 25. sep.
 
http://starvsportal.fo/job/framleidslufolk-til/
Facebook viðmerking