Húsabjálving

BAKKAFROST søkir Virkisleiðara til virkið í Vági

Bakkafrost er farið undir at dagføra virkið í Vági til eitt framkomið kryvjivirkið. Íløgur verða gjørdar í bygning og nýggjar maskinur við tí fyri eyga at tryggja eina burðardyggari framleiðslu og tryggja, at virkið lýkur øll myndugleika- og kundakrøv, umframt innanhýsis Bakkafrost krøv.

Vit leggja stóran dent á at framleiða eina hágóðsku matvøru og nýta framkomna tøkni í framleiðsluni fyri at tryggja gott arbeiðsumhvørvið og eina úrslitagóða framleiðslu. Virkið í Vági verður klárt at taka í nýtslu á várið 2018. Starvið verður sett sum skjótast og ætlanin er, at virkisleiðarin er partur av verkætlanarleiðsluni.

Arbeiðsøki
Virkisleiðarin hevur ábyrgd av kryvjivirkinum í Vági. Virkisleiðarin skal í samstarvi við yvirskipaðu virkisleiðsluna leggja til rættis og menna virksemi á kryvjivirkinum til tess

at tryggja høga góðsku á matvørum og tænastum til kundan

at skipa framleiðsluna so optimalt og kostnaðareffektivt sum gjørligt

at tryggja at maskinur og virkisbygningur eru í fullgóðum standi

Virkisleiðarin hevur dagligu starvsfólkaleiðsluna á virkinum.

Virksemi hjá Bakkafrost er í støðugari menning og tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 25. sep.
 
 
Facebook viðmerking