Húsabjálving

Virkið hjá Bakkafrost í Vági klárt komandi vár

Bakkafrost er farið undir at dagføra virkið í Vági til eitt framkomið kryvjivirkið. Íløgur verða gjørdar í bygning og nýggjar maskinur við tí fyri eyga at tryggja eina burðardyggari framleiðslu og tryggja, at virkið lýkur øll myndugleika- og kundakrøv, umframt innanhýsis Bakkafrost krøv.

Hetta skrivar Bakkafrost í starvslýsing í dag, nú lýst verður eftir virkisleiðara til virkið hjá Bakkafrost í Vági.

Í lýsingini verður eisini greitt frá, at virkið í Vági verður klárt at taka í nýtslu á vári 2018.

 

 
 
Facebook viðmerking