Húsabjálving

Parkinson ráðstevna í Páls Høll í oktober

Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða Parkinson felagnum, limum teirra og avvarðandi venjingar, soleiðis at fólk við parkinson kunnu klára seg betur í gerandisdegnum. Samstundis bjóða vit øllum við parkinson ein møguleika at hugna sær saman og skifta orð um sjúkuna.


Ráðstevnan fevnir um tríggjar dagar, frá fríggjadegnum 13. okt. til sunnudagin 15. okt 2017, og er ætlað øllum við parkinson saman við familjum teirra.
Fysioterapeutur kemur at standa fyri venjingunum, sum allar eru viðkomandi fyri fólk við parkinson.

Øll venjingar-program verða útflýggjað, so tit kunnu hava hesi heim við. Vit koyra øll programmini ígjøgnum hvønn dag, so vit tryggja okkum, at tá tit fara til hús aftur, duga tit venjingarnar uttanat.

Avvarðandi eru vælkomin við til allar venjingarnar, soleiðis at tey møguliga kunnu hjálpa til við venjing.

Alt skal ikki snúgva seg um venjing á ráðstevnuni, tí verða ymsir fyrilestrar og hugnaløtur um kvøldarnar og Rosah kemur at vísa hjálpitól fram, sum eru viðkomandi hjá fólki við parkinson.

Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu hart ein er raktur av parkinson sjúkuni. Tí er tað ikki eitt krav, at tey luttakandi skulu møta til øll tiltøkini. Tað ber væl til at velja og vraka úr skránni, so tit fáa júst tað burtur úr, sum tit hava tørv á.

Kostnaðurin fyri ráðstevnuna er:
Vaksin: 1.100 kr.
Børn: 350 kr.

Við í prísinum fyri vaksin er matur venjing við fysioterapeuti (morgunfimleikur, venjing í fitness centri, venjing í hyli), vikuskiftispass til Páls Høll, vikuskiftispass til fitness centur og ymiskir fyrilestrar.

Við í prísinum fyri børn er, matur og vikuskiftispas til Páls Høll

Vónandi taka tit væl ímóti hesum tilboðnum og møta mannsterk til Ráðstevnuna hjá Parkinson felagnum í heystfrítíðini 2017 í Vági.

Tilmelding á 
info@palsholl.com
parkinson.fo@gmail.com
tlf. 781000

Facebook viðmerking