Húsabjálving

1. deild tekur ímóti ÍF leygardagin kl 15

Leygardagin kl. 15 (ikki kl 16) spælir 1. deildarliðið hjá Suðuroyingum ímóti ÍF á Eiðinum í Vági.

ÍF er 3 stigum niðast í 1. deild, meðan Suðuroyingar eru næst-niðast. Suðuroyingar hava tó 20 stig, B36 21 stig og Giza Hoyvík hevur 22 stig, so tað er sera tætt ímillum liðini, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting í 2. deild.

B36 skal í morgin spæla ímóti oddaliðnum AB á Argjum, meðan Giza Hoyvík tekur ímóti NSÍ, sum er á einum 4. plássi.

So við einum heimasigri á ÍF, so kunnu Suðuroyingar, um úrslitini fella rætta vegin í hinum dystunum, vinna seg upp á eitt 7. pláss.

Dysturin á Eiðinum byrjar kl. 15.00 (ikki kl 16)

Facebook viðmerking