Húsabjálving

Marghøllin á veg til Føroyar

Arbeiði við at gera fundamentini klár til stóru marghøllina inni á Oyrunum í Vági, gongur sum ætlað, og sjálv høllin er nú á veg til Vágs.

Í juli mánað byrjaði arbeiði at grava út fyri fundamentunum til marghøllina á Oyrunum í Vági. Stoypi-arbeiði er eisini komið væl áleiðis og verður liðugt seinni í hesum mánaðinum.

Sjálv høllin, sum er frá finsku Best-Hall verksmiðjuni, er nú á veg til Vágs. Høllin var í vikuni pakka niður í trailarar og teir 14 trailararnir eru nú á ferð til Føroyar.

Marghøllin á Oyrunum í Vági verður størsta ítróttarhøll í Føroyum, tí høllin er 50 m breið og 75 m long.

 

 

Facebook viðmerking