Húsabjálving

1. deild vann 2-1 á ÍF

1. deild hjá Suðuroyingum vann í dag 2-1 á ÍF á Eiðinum í Vági.

Tað var annars Jákup Nolsøe Olsen sum legði ÍF á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Men tvey mál av Teitur Krosslá Mortensen áðrenn hálvleik gjørdi at Suðuroyingar vendu dystinum – og 2-1 var eisini støðan, tá dómarin bríkslaði seinastu ferð.

Á Argjum vann AB 4-0 ímóti B36, meðan Giza Hoyvík vann 4-3 ímóti NSÍ í Hoyvík. 

Úrslitini føra við sær, at Giza Hoyvík er á 7. plássi við 25 stigum, Suðuroyingar á 8. plássi við 23 stigum, og B36 á 9. plássi við 21 stigum. ÍF er framvegis niðast við 3 stigum.

Tað er sostatt framvegis stórur spenningur í botninum á 1. deild, har liðini stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Facebook viðmerking