Húsabjálving

Vísindavøka á ferð í Miðlatúni: Pumped storage verkætlanir

19. september klokkan 19.30 verður fyrilestur í Miðlatúni í Vági, við evninum: Pumped storage verkætlanir.

Fyrilestrarhaldarai er Bjarti Thomsen frá Umhvørvisstovuni.

Føroyar hava bestu umstøður at gagnnýta vindorku, og ætlanir eru um at útbyggja vindorku í stórum.
Men vindorka er óstøðug, og fyri at fáa sum mest burturúr skal orkan goymast.
Ein góður møguleiki er at nýta vindorku til at pumpa vatn upp í hæddirnar, sokallað pumped storage, og harvið goyma hana sum tøka vatnorku.

Greitt verður frá pumped storage møguleikum í Vestmanna og í Suðuroy.

Miðlatún

Facebook viðmerking