Húsabjálving

Vísindavøka á ferð í Miðlatúni: Kvinnuligir tilflytarar, avbjóðingar og møguleikar í Føroyum

21. september klokkan 19.30 verður fyrilestur í Miðlatúni í Vági, við evninum: Kvinnuligir tilflytarar, avbjóðingar og møguleikar í Føroyum.

Fyrilestrarhaldari er Runa Preeti Ísfeld, frá Søgu- og Samfelagsdeildini á  Fróðskaparsetrnum

Í Føroyum hava vit í seinastuni sæð eitt vaksandi tal av tilflytarum, serliga av kvinnum. 
Flestu teirra flyta hendan vegin, tí tey hava fingið sær føroyskan maka. Mín gransking snýr seg um kvinnur úr ikki-europeiskum londum, sum eru giftar við føroyskum monnum. Tað er umráðandi at vita um teirra upplivingar í samfelagnum sum einstaklingar, kvinnur, konur, mammur og um møguleikarnar og forðingarnar í samfelagnum.

Miðlatún

Facebook viðmerking