Húsabjálving

TILTAKIÐ ER FLUTT: Fornfrøðiligu rannsóknirnar á Krambatanga

Í hesum døgum fara fram áhugaverdar fornfrøðiligar rannsóknir á Krambatanga í Øravíkarlíð. Í tí sambandi fer at verða kunnað um arbeiðini har á staðnum.

Eftir stuttan inngang av Símuni V. Arge frá Tjóðsavni Føroya, greiðir Natascha Mehler, doktarí í søguligari fornfrøði, um verkætlanina um Hansa-keypmenn í Útnorði, ið ber heitið “Millum Norðsjógvin og Norska Havið”, sum kanningarnar á Krambatanga eru partur av.

Tiltakið verður í Miðnámsskúlanum í Suðuroy onskvøldið 13. september kl. 19:30.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Facebook viðmerking