Múrarafelagið Knáur

Fólkavøkstur í sama lag – men nú er ferðin størri uttan fyri høvuðsstaðin

Fólkatalið var 50.451 tann 1. august. Tað vaks við 732 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 455, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 277, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Størsti fólkavøkstur uttan fyri Tórshavnarøkið

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Nú eigur Tórshavnarøkið ein triðing av fólkavøkstrinum og hinir tveir triðingarnir eru uttan fyri høvuðsstaðin. Fyri einum ári síðani var tað øvugt.

Les meiri her

Facebook viðmerking