Húsabjálving

Skrivstovufólk til Ítróttaháskúlan í Suðuroy

Skrivstovufólk til Ítróttaháskúlan í Suðuroy

Um starvið
Søkt verður eftir fólki at starvast ½ tíð at røkja tær fyrisitingarligu uppgávurnar á Ítróttaháskúlanum.

Førleikar
Útbúgving, skeið og royndir innan fyrisiting, bókhald v.m.

Arbeiðsuppgávur
Tín uppgáva verður at røkja og dagføra fyrisitingarliga partin á Ítróttaháskúlanum.

Talan er um, at skráseta og bóka rokningar og skjøl. At seta upp rakstraætlan og fyribils rakstraryvirlit. At gjalda rokningar og lønir. Og annars at røkja allar fyrisitingarligar uppgávur á Ítróttaháskúlanum.

Væntað verður
· At tú er tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva
· Kann arbeiða sjálvstøðugt og leggja tær arbeiðið til rættis
· Hevur góðan kunnleika og royndir innan bókhald, roknskap og fyrisiting.

 
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 29. sep.
 
Facebook viðmerking