Húsabjálving

Fólkatingslimir á vitjan í Vági

Vágs kommuna: Limir úr Fólkatinginum eru í hesum døgum á vitjan í Føroyum, og í dag hava Fólkatingslimir og Ríkisumboðið verið á vitjan í Vági.

Dennis Holm, borgarstjóri, sum var vertur fyri vitjanini í Vági, tók ímóti í Fjarlestrardeplinum ónsmorgun, har framløga var av søguligu gongdini í Suðuroynni frá dynamo í føroyska búskapinum til útjaðara við avbjóðingum. Borgarstjórin hevði harumframt framløgu um nakrar av spennandi verkætlanunum í Vágs kommunu og um hvussu Vágs kommuna arbeiðir fyri at skapa trivna og menning.

Fólkatingslimir og Ríkisumboðið vitjaðu eisini á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, har Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, tók ímóti. Harumframt varð eisini vitjað í Páls Høll, umframt at leiðin sjálvsagt eisini gekk vestur á Vágseiðið, sum bergtók í góðveðrinum.

Borgarstjórin bjóðaði eisini ábit í nýggju innbjóðandi kafe’ini í Vági, Hjá Jugga, áðrenn leiðin hjá Fólkatingslimum og Ríkisumboðnum gekk á Tvøroyri.

Fleiri myndir eru á www.vagur.fo

Facebook viðmerking