Húsabjálving

Suðuroyingar og Giza Hoyvík spældu javnt

DAGFØRT: 1. Deildarliðini hjá Suðuroyingum og Giza Hoyvík hava í kvøld spælt á Eiðinum í Vági. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Tað var annars Giza Hoyvík, sum legði seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Suðuroyingar javnaðu í seinna hálvleiki og 1-1 gjørdist eisini úrslitið á dystinum.

Rættleiðing

Á heimasíðuni hjá FSF er stigatalvan hjá 1. Deild ikki rætt (tað er eitt sindur løgi) og FSF heimasíðan varð brúkt sum kelda, tí vóru stigini ikki røtt her á síðuni, eins og fleiri hava víst á í viðmerkingum niðanfyri.

Úrslitini í gjár føra við sær, at stríði í botninum í 1. Deild sær soleiðis út:

Nr. 7 Suðuroyingar við 27 stigum

Nr. 8 Giza Hoyvík við 26 stigum

Nr. 9 B36 við 24 stigum (B36 vann 5-2 á B68).

Nr 10 ÍF við 0 stigum.

 

Facebook viðmerking