Húsabjálving

Frá missiónshúsinum í Hvalba

Leygardagin 16. sept. kl. 18.00 samlast allir sjómanskvinnuringarnir í oynni í missiónshúsinum í Hvalba. Torleif Johannesen sjómanstrúboðari verður við.

Á skránni verður sangur, bíbliuorð, nátturði, frágreiðing frá arbeiðinum hjá sjómansmissiónini, drekka v.m.

Allar kvinnur eru vælkomnar! Eisini tær, sum ikki koma í ein sjómansring.

Sunnudagin 17. sept. kl. 18.00 verður so sjómansmøti í missiónhúsinum í Hvalba. Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen talar og sigur frá sjólívi við orðum og myndum. Drekka verður aftaná.

Øll eru vælkomin!

Facebook viðmerking