Húsabjálving

So byrjar hondbólturin

Sunnudagin verður fyrsta umfar í Hvonn-deildini og tá tekur VB ímóti H71 í Vágs Høll, dysturin byrjar kl. 15.

VB hevur sum kunnugt fingið nýggjan venjara í summar, Rasmus Stensgaard. -Og tað er sjón fyri søgn, at nýggi VB-venjarin hevur lagt hart út og setur stór krøv til sínar leikarar, sum hava havt eitt hart program sum fyrireiking til kappingina.

Umframt nýggjan venjara, so verða eisini fleiri nýggj andlit á VB-liðnum komandi kappingarár. Av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy koma fýra danskir leikarar, Katrine Borup, Caroline Ladefoged, Mathilde Pedersen og Agnes Fallesen, at spæla við VB.

Umframt tær fýra, so verður Laila Eysturberg aftur at síggja á vøllinum í ár, og eisini Bára K. Mortensen verður á VB-liðnum, nú hon er vent aftur úr Danmark eftir lokna útbúgving.

Fyrsti dysturin er so sunnudagin, tá H71 kemur á vitjan. Næsti dystur er longu tórskvøldið, tá leiðin gongur til Havnar, har Kyndil tekur ímóti. Og næsta sunnudag er tað so Neistin í Vági. So talan er um eina harða leiksskrá frá byrjan, har tríggir dystir eru á skrá í 8 dagar.

VB-H71 sunnudagin kl. 15.

Facebook viðmerking