Húsabjálving

Suðuroyingar og NSÍ málleysan javnleik

Suðuroyingar og NSÍ spældu javnleik 0-0 við Stórá leygardagin.

Fyri Suðuroyingar var talan um ein dyst, har teir vunnu týðandi stig, nú Effodeildin 2017 gongur ímóti endanum, og avgerast skal, hvørji lið flyta niður í 1. Deild.

Suðuroyingar hava nú við 25 stigum á 6. Plássi, 6 stig fleiri enn 07 Vestur, sum er á 9. Plássi. Og 2 stig fleiri enn Skála og EB/Streymur á 7. Og 8. Plássi.

Suðuroyingar hava komandi vikuna tveir ómetaliga trupulir útidystir á skrá. Fyrst ónskvøldið ímóti B36 í Havn, síðani sunnudagin ímóti Víkingi í Gøtu.

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerking