Húsabjálving

VB vann 27-23 á H71

Hondbóltskappingarárið byrjaði í dag og fyrsti dystur hjá besta kvinnuliðnum hjá VB var á heimavølli ímóti H71. Dysturin endaði tá samanumkom við einum 4 mál sigri til VB, men tað gekk tó javnt á stóran part av dystinum.

H71 fekk fyrsta málið í dystinum, síðani VB – og soleiðis gekk tað allan fyrra hálvleik á tamb. Liðini bæði skiftist til at fáa mál og tá 30 min. vóru farnir, var støðan javnleikur 14-14.

VB legði harðari út í seinna hálvleiki og við 5 málum á rað, uttan at H71 fekk nakað mál, var støðan eftir 8 min. av seinna hálvleiki, 19-14 til VB.

VB megnaði eisini at halda seg eitt fet frammanfyri H71 allan seinna hálvleik, tó munurin minkaði niður til bara 1 mál, tá eini 5 minuttir vóru eftir av dystinum. Við einum lítlum endaspurti fekk 4 mál seinastu 5 minuttirnar, meðan H71 fekk 1 – og endaði dysturin við 27-23 sigri til VB.

Toppskjútti hjá VB var Mathilde M. Pedersen við 8 málum, Rannvá Johannesen gjørdi 5 mál, og Gurið K. Augustinussen 4 mál. Fyri H71 var Eva Barba Arge toppskjútti við 9 málum, Durita T. Joensen gjørdi 4 mál.

 

Mynd: Bjartur Vest.

Facebook viðmerking