Fleiri enn 70 lið tilmeldaði Skúlafótbólt

Áhugin fyri fótbóltskappingini Skúlafótbóltur, sum verður í Marghøllini í heyst, vetur og vár er sera stórur. Fleiri enn 70 lið úr so at siga øllum skúlum kring landið hava meldað til Skúlafótbólt. -Og talan er um tilmeldingar í øllum árgangum, frá 1. flokki í fólkaskúlanum til miðnámsskúlar.

Tað er ikki eitt krav at luttakarar eru góðir fótbóltsspælarar ella spæla fótbólt við fótbóltsfeløgum kring landið, tí Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll.

Gamaní er Skúlafótbóltur ein fótbóltskapping, men tað er eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.

 

Tilmeldingarfreistin hjá 6. flokki er 12. oktober

Fyrsti árgangur, sum skal kappast til Skúlafótbólt, er 6. flokkur, har umfarið verður ónsdagin 24. oktober. Nógvir 6. flokkar eru longu tilmeldaðir og freistin fyri tilmelding er fríggjadagin 12. oktober (hetta orsaka av at heystfrítíð er í næstu viku).

Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo, har tað eisini fæst meiri at vita um Skúlafótbólt.

Millum 6. flokkarnir, sum fara at kappast til Skúlafótbólt, er Frælsa liðið á Skúlanum á Fløtnum, sum eru avmyndaði her.

 

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti.

Facebook viðmerkingar