Húsabjálving

Føroya Sunnasta 1/2 Maraton leygardagin

Nú leygardagin verður Suðuroyggin karmur um Føroya Sunnasta 1/2 maraton, tá ið Hvistan, ið er rørslufelagið í Suðuroynni, á fyrsta sinnið fyriskipar hetta tiltakið.


Bygdavegir, SALT, landsvegir, tunnil, fjøruvegur, fjallasíður, Bønhús, Kirkja, Pálshøll hetta er nakað av tí gongufólkini og rennararnir, ið luttaka á Føroya Sunnasta 1/2 maraton kunnu uppliva og síggja.

Hvistan, sum rørslufelagið vanliga verður rópt, hevði eina vón um tvey høvðusmál til hetta tiltakið, at fáa tilmeldingar frá fólki, ið ikki vanliga eru knýtt at nøkrum rørslufelagið at koma við, og at fáa stórar partar av teimum mongum spennandi tilboðunum og møguleikunum ið bjóðast í Suðuroynni við í tiltakið. Og tað hevur so sanniliga eydnast tí við tí skrá ið nú fyriliggur, siga fyriskipararnir.

Longu nú eru tiltakið byrjað, við tað at bringutølini saman við t-shirtum og øðrum blíva deild út í Trongisvági, og so fer tiltakið veruliga av bakkastokki fríggjakvøldið í VILT-húsinum í Vági, og leygardagin byrjaðar tiltakið í SALT og heldur so fram gjøgnum bygdirnar suðureftir, áðrenn tað so endar í Páls Høll.

Fyrstu fólkini fara avstað leygarmorgunin kl. 09.30 og rennararnir fara avstað kl. 10.30, og fari verður gjøgnum Hovstunnilin, sum í hesum sambandið verður stongdur millum 10.00 og 11.30. Hvistan vil tí fegin heita á tey luttakandi og eisini bilførararnar, ið ferðast á vegastrekkinum: Trongisvágur til Vág, um at vísa varsemið og fyrilit, soleiðis at øll kunnu fáa ein góðan dag í Suðuroynni.

Meira um tiltakið, sæst á facebook vanganum Føroya Sunnasta 1/2marathon.

Hvistan

Facebook viðmerking