Húsabjálving

Føroya Sunnasta Hálv-maraton ein success

Í dag var stóri dagurin hjá Hvistuni, rørslufelagnum í Suðuroynni, tí í dag var Føroya Sunnast Hálvmaraton, har fólk kundu renna og ganga frá SALT á Drelnesi til Páls Høll í Vági.

Gongufólki fór frá SALT á Drelnesi kl. 9.30, meðan rennarar fóru kl. 10.30.

Fit av mótvindi var fyrsta strekkið av Drelnesi og heilt til Hovstunnilin. Men annars darvaði veðrið (eitt fit lot av suðri) ikki.

Á leiðini var høvi at vitja í Bønhúsinum í Ørðavík, í Hovs kirkju og í Porkeris kirkju. Eisini vóru vatnpostar á fleiri støðum – og hartil høvdu fyrireikararnir skipað fyri, at tónleikur var fleiri staðni, m.a í Hovstunnlinum.

Við Páls Høll tóku nógv fólk ímóti. Hvistan hevði skipað fyri stórum matar-borði og drekkivørum, soleiðis at gongufólk og rennarar kundu fylla depotini eftir tann 21,1 km langa teinin.

Tey 300 fólkini, sum gingu og runnu til Føroya Sunnasta Hálvmaraton, fingu eina fantastiskan dag og eitt stórt upplivlsi. Nógv vóru móð og troytt og merkt av túrinum, men á øllum andlitum vóru smíl.

Stórt herðaklapp til Hvistuna, sum skipaði fyri einum megnar tiltaki Føroya Sunnasta Hálvmaraton.

Fleiri myndir eru at finna á Facebook bólkinum hjá Føroya Sunnasta Hálvmaraton.

Facebook viðmerking