Húsabjálving

VB-Neistin í Vágshøll sunnudagin kl. 15

Spennandi dytur í Hvonn kappingini.

Sunnudagin kl. 15 bresta VB og Neistin saman í toppdysti í Hvonn. Dysturin verður í Vágshøll kl. 15. VB hevur fingið eina fína byrjan uppá kappingina. Fyrst vann VB á H71, og onskvøldið leikti VB javnleik 21-21 ímóti Kyndil. Ein sannur gysari har áskoðarar fingu nakað fyri pengarnar.
VB vónar at stuðulin frá áskoðarum í morgin verður eins góður sum onskvøldið.

Facebook viðmerking