Húsabjálving

VB uppibornan sigur á Neistanum

Neista-kvinnur komu í ein rættiligan heksaketil seinnapartin, tá tær í Vágs Høll spældu ímóti VB. Og VB kvinnurnar blástu eisini Neistan av vøllinum í fyrra hálvleiki. Neistin kom tó aftur í aftur og nakað av spenningin eisini.

Eftir javnleikin ímóti Føroyameistarunum úr Kyndli fyrr í vikuni, vóru vónirnar stórar hjá bæði VB-kvinnunum og ikki minst hjá stóru áskoðarafjøldini, sum hevði leitað vestur í Vágs Høll seinnapartin sunnudagin.

VB-kvinnurnar løgdu eisini út við skjótum og góðum spæli – Neistin fekk fyrsta málið, men annars stóð tað VB á tí mesta í fyrra hálvleiki. Neista-kvinnur fingu snøgt sagt ikki eitt bein til jørðina, tí VB-kvinnurnar lukkaðu totalt av í verjuni, samstundis sum tær við sera góðum og skjótum hondbóltsspæli fingu eitt mál fyri og annað eftir.

Hálvleiksstøðan var eisini 17-11 til VB – og lagt varð upp til ein greiðan sigur til heimaliðið.

Men í seinna hálvleiki mannaðu Neista-kvinnur seg upp. Og spakuliga minkaðu tær um munin, soleiðis at tað eina løtu bara var 1 mál á muni. Men VB-kvinnur hildu høvdið kalt og førdi sigurin í hús.

Tá samanumkom endaði dysturin við 26-24 sigri til VB.

Fyri VB gjørdu Gurið K. Augustinussen, Agnes Fallesen og Caroline Ladefoged 5 mál hvør. Hjá Neistanum var Daniella Joensen topskjóttu við 9 málum, meðan Marjun Danberg gjørdi 6 mál.

Úrslitið førir við sær, at Kyndil og VB, eftir 3 umfør, eru á odda í Hvonndeildini við 5 stigum hvør, meðan Neistin hevur 4 stig. 

Næsti dystur hjá VB er í Klaksvík ímóti Stjørnuni 8. oktober.

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerking