Húsabjálving

Suðuroyingar koppaðu oddaliðnum

Fáur hevði væntað, at Suðuroyingar skuldu fara av vøllinum í Sarpugerði við 3 stigum seinnapartin sunnudagin, men tað gjørdist støðan.

Tað var annars oddaliðið í Effodeildini, Víkingur, sum legði seg á odda tá 10 minuttir vóru farnir, og var tað Adeshina Lawal, sum skoraði.

1-0 var eisini hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var tó ikki meiri enn nakrar minuttir gamal, tá Salmundur Bech javnaði. Og 5 minuttir seinni, í 54. Minutti, skoraði Stefan Radosavlevic til 2-1. 

Hanus Jacobsen javnaði til 2-2 tá 74 minuttir vóru farnir.

Men í 85. Minutti var Stefan Radosavlevic aftur á blettinum og skoraðai til 3-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Suðuroyingar fingu 3 sera týdningarmikil stig, ikki minst tá tikið verður inn í myndina, at 07 Vestur vann 4-3 á B36.

Suðuroyingar eru nú á 7. Plássi við 28 stigum. EB/Streymur hevur á 8. Plássi 26 stig, meðan 07 Vestur á 9. Plássi hevur 22 stig.

Næsti dystur hjá Suðuroyingum er við Stórá ímóti KÍ.

Facebook viðmerking