Yvirfriðingarnevndin góðkent Fámjinstunnilin

Tíðindi

KVF.fo: Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent verkætlanini at gera tunnil til Fámjins.

Nevndin var á staðnum síðst í september, og hon góðkendi siðani ætlanina, vegir og tunnil. 

Eingin kæra var um ætlanina at gera berghol millum Øravík og Fámjin, men øll slík mál fara í Yvirfriðingarnevndina, eftir at friðingarnevndin á staðnum hevur avgreitt málini.

Yvirfriðingarnevndin er ikki liðug við alingina hjá Luna á Víkum.

Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag hevur kært loyvið, sum Luna hevur fingið at ala á Víkum. 

Yvirfriðingarnevndin hevur verið á staðnum, og tað næsta, sum nevndin ætlar, er at hava fund við Náttúru- og umhvørvisfelagið. Ikki er avgjørt, nær tann fundurin verður, sigur skrivarin hjá nevndini, Peter Flügge.

Facebook viðmerkingar