Húsabjálving

BAKKAFROST søkir Teknikara til virkið á Bakka

Sum Teknikari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Sum Teknikari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

  • Vanligt arbeiði við maskinum og tekniskum útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og umstillingar av maskinum
  • Stýring og skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Teknikarin vísir til Tekniska leiðaran.

Tín vangamynd
Vit søkja ein Teknikara við viðkomandi útbúgving. Talan kann verða um útbúgving sum maskinmeistari, maskinsmiður, elektrikari o.l.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfullur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samarbeiði, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum. Vit vænta, at tú hevur koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Starvið er nýtt, og tú verður við til at mynda tað. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 10. okt.
 
Facebook viðmerking