Húsabjálving

Føroya Sunnasta 1/2 marathon aftur í 2018

Hvistan setur Føroya Sunnasta 1/2 marathon aftur á skránna fyri 2018.


Eftir eitt sera væleydnað tiltak, og sera stóra undirtøku, var eingin ivi til eftirmetingarfundin mánakvøldið, Føroya Sunnasta 1/2 marathon verður aftur 22. september 2018 og við enn fleiri møguleikum, tí tá er ein Marghøll eisini komin í Suðuroynni.

Fleiri myndir eru í kvøld lagdar út á vangan hjá Føroya Sunnasta 1/2 marathon, sum tú finnur her.

Hvistan fer annars eisini væntandi at skipa fyri fleiri tiltøkum í ár, m.a. nissurenning Tvøroyri og kirkjurenning Vág-Porkeri nýggjársaftansmorgun.

Facebook viðmerking