Húsabjálving

Jørgen Baun Høst skjótastur á Føroya Sunnasta 1/2 maraton

Føroya Sunnasta 1/2 maraton er eitt tiltak, har ætlanin er at fáa fólk út at røra seg, har kapping ikki er í huganum. Rennarar og gongufólk høvdu tó møguleikan at fylgja við tíðini og skjótastur á mál var Jørgen Baun Høst, sum rann teir 21,1 km. á 1:35.06.

Nr. 2 var Magni Jóhansson Hansen við tíðini 1:38.53, meðan Frederik Bøttche Nielsen bleiv nr. 3 við tíðini 1:39.49.

Leggjast kann afturat, at Jørgen Baun Høst og Frederik Bøttche Nielsen báðir eru danir, sum ganga á Ítróttaháskúla í Suðuroy.

Myndina tók Eyðfinn Debess: Í miðjuni Jørgen Baun Høst, høgrumegin Magni Jóhansson Hansen og vinstrumegin Frederik Bøttche Nielsen.

Facebook viðmerking