Húsabjálving

Maskinførari til Porkeri  

Landsverk søkir eftir maskinførara til grót- og skervverkið í Porkeri.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
– at reka og viðlíkahalda skervverkið
– at koyra entreprenørmaskinur
– annað fyrifallandi arbeiði í Porkeri

Roknast má við, at skula hjálpa til á øðrum arbeiðsliðum hjá Landsverki, tá tørvur er á tí.

Førleikakrøv
Royndir innan oman fyri nevndu uppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava vanligt koyrikort.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð.

Umsóknir
Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu, www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 08. oktober 2017.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Teddy Johannesen, formaður á tlf. 290 703 ella tejo@lv.fo.

Facebook viðmerking