Húsabjálving

Hans Jacob og Egill vunnu aftur

Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, sum eru fremstir í sjavskappingini, fingu nú tey fyrstu stigni eftir at sjavskappingin byrjaði eftir summarfrítíðina. Sostatt styrktu teir um oddastøðuna í sjavskappingini.

Úrslitið av 26. umfari í sjavs, har 15 pør kappaðust, var:

Nr. 1. Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech, 4 stig hvør

Nr. 2. Ingibjørg Roaldsdóttir og Hørdur Vang, 3 stig hvør

Nr. 3. Bogi Lisberg og John Jacobsen, 2 stig hvør

Nr. 4. Torgerð í Lágabø og Thomar Hermanssen, 1 stig hvør.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Næsta sjavskapping verður framskundað ein dag, og verður ónskvøldið 27. sept. kl. 18.30. Sum vant verður spælt vesturi í VB-húsinum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerking