Húsabjálving

ANSNI søkir samskipara til vaktarvirksemi okkara

Talan er um starv við ymiskum og til tíðir krevjandi uppgávum. Tað er umráðandi, at tann, ið settur verður, er arbeiðssamur og ágrýtin, eisini í úrtíð, sum er arbeiðstíðin hjá flestu av trygdarvørðum okkara. At duga væl at orða seg í skrift og talu er ein fyrimunur.

Vit ynskja eisini, at tann, ið settur verður, er jaligur, fyrikomandi og tænastusinnaður eins og evnini at umgangast starvsfelagar og viðskiftafólk eru umráðandi.

Í ANSNI liva vit av at veita tænastur. Okkara kjarnuvirdi eru trygd, álit, dygd og umhugsni.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Umsóknarfreist er 2. okt.

Facebook viðmerking