Húsabjálving

Handverkari til P/F Fjarhitafelagið

Søkt verður eftir handverkara at byrja skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi. Felagið stendur fyri at skula gera stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

Førleikakrøv
Vit søknast eftir einum handverkara, rørsmiði, maskinsmiði ella elektrikara.
Vit leggja dent, á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.

Arbeiðsuppgávur
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um viðlíkahaldi av netinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur, o.a.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 8. okt.

Handverkari til P/F Fjarhitafelagið

Facebook viðmerking