Húsabjálving

Dánjal Godtfred longt við Suðuroyingar

Evnaríki verjuleikarin Dánjal Godtfred hevur í dag undirskrivað sáttmála við Suðuroyingar fyri komandi kappingarár.

Trý umfør eru eftir av kappingarárinum 2017 og flestu liðini eru farin undir at fyrireika seg til komandi kappingarár.

Suðuroyingar eru sum so onki undantak. Í dag er sáttmáli gjørdur við 21 ára gamla Dánjal Godtfred, sum hevur verið eitt av kendu andlitunum á liðnum hjá Suðuroyingum í ár.

Dánjal hevur spælt 22 dystir við Suðuroyingum í ár og hevur gjørt 2 mál (bæði ímóti Skála, eitt á heimavølli og eitt á útivølli). -Og nú er altso greitt, at Dánjal eisini verður at síggja í grønu Suðuroyinga-troyggjuni komandi kappingarár.

 

Mynd: Dánjal Godtfred og Janus Kjærbo (formaður í fótbóltsdeildini hjá FC Suðuroy)

Facebook viðmerking