Húsabjálving

1. deild: Suðuroyingar vunnu 2-1 í Klaksvík

1. deilarliðið hjá Suðuroyingum var í dag í Klaksvík, har KÍ tók ímóti. Undan dystinu var tætt í botnstríðnum í 1. deild, har Suðuroyingar framvegis kundu endað á einum niðurflytingarplássi. Men eftir dystin í dag, er greitt, at Suðuroyingar eisini komandi ár hava lið í 1. deild.

Suðuroyingar løgdu seg tíðliga í fyrra hálvleiki á odda 1-0 við máli sum Gutti Kristiansen gjørdi. KÍ javnaði stutt áðrenn hálvleik. Men við máli sum David Muller gjørdi løgdu Suðuroyingar seg á odda 2-1 og hetta var eisini úrslitið av dystinum.

B36, sum áðrenn hetta 25. umfari í 1. deild, lá á næst-niðasta plássi, tapti 2-3 ímóti HB í dag. Við sigrinum í dag komu Suðuroyingar upp á 31 stig. B36 hevur 24 stig, so har eru 7 stig á muni og bara 2 umfør eru eftir. Giza Hoyvík vann í dag 1-0 ímóti B68 og kemur Giza Hoyvík sostatt upp á 32 stig – 8 fleiri enn B36.

So alt bendir á, at ÍF og B36 flyta úr 1. deild niður í 2. deild.

Facebook viðmerking