Húsabjálving

Suðuroyingar 1 stig og framhald í Effodeildini

Suðuroyingar, nýggja felagsliðið í Suðuroynni, fingu eina góða byrjan á kappingarárið og tóku flest øll av bólu í fyrru helvt av kappingini.

Men eftir summarsteðgin hevur gongdin verið eitt sindur lakari og hevur liðið, eins og Skála, EB/Streymur og 07 Vestur, stríðst fyri at halda seg upp ímóti miðjuni á stigatalvuni – og ikki minst burtur frá 9. Plássinum.

Við málleysum javnleiki ímóti KÍ við Stórá seinnapartin hava Suðuroyingar nú 29 stig, sama stigatal sum Skála og EB/Streymur, og eru á 6. Plássi, meðan Skála er á 7. Plássi og EB/Streymur á 8. Plássi.

Úrslitini í dag førdu við sær, at 07 Vestur, sum tapti 2-3 ímóti NSÍ, ikki kann vinna seg av 9. Plássi. 07 Vestur hevur 22 stig og 6 stig eru eftir at spæla um. 

Hetta merkir tó ikki enn, at 07 Vestur flytur niður í 1. Deild, tí í 1. Deild er ikki greitt enn, hvørt B68 megnar at vinna seg upp á 3. Plássi, sum er eitt krav fyri at vinna seinna uppflytingarplássi.

AB hevur vunnið 1. Deild og tryggjað sær uppflyting. Í løtuni er Víkingur (47 stig) á 2. Plássi og KÍ (46 stig) á 3. Plássi. Skal B68 vinna sær sesss í Effodeildini komandi ár, skulu Toftamenn enda í minsta lagi á einum 3. Plássi. Í løtuni hevur B68 43 stig og tað eru 6 stig eftir at spæla um í 1. Deild (og leggjast kann afturat, at KÍ hevur væl betri málmun enn B68).

Við øðrum orðum er tað ikki greitt, um 07 Vestur flytur niður í 1. Deild, hóast Vágamenn enda á einum 9. Plássi í Effodeildini 2017.

Facebook viðmerking