Húsabjálving

Sjómanskvinnuringurin á Tvøroyri

Eftir steðg í eina tíð, verður nú aftur boðið til sjómanskvinnuring í missiónshúsinum á Tvøroyri. Ringurin á Tvøroyri er ein av mongum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri sjófólkið í Føroyum. Vælkent er tað vælumtøkta tiltakið hjá sjómansmissiónini at bera jólapakkar til føroysku skipini. Hesar pakkar standa sjómanskvinnuringarnir saman við sjómanstrúboðaranum fyri at fáa til vega.

Komandi týskvøld, 3. okt. kl. 19.30, eru so allar kvinnur vælkomnar í missiónshúsið á Tvøroyri. Har verður hugnalig samvera, andakt og ein drekkamunnur. Vanliga eru hesar samlingar aðruhvørja viku.

Verð vælkomin!

Facebook viðmerking