Húsabjálving

Vandamikið herverk í Suðuroynni: Loysa bóltar á bilhjólum

Hesa seinastu vikuna eru 3-4 dømir í Vági um at sera vandamikið herverk verður framt ímóti bilum um náttina. Herverk verður gjørt á bilar á tann hátt, at bóltarir, sum hjólini eru fest við, verða loystir. Um illa vil til, kann herverk av hesum slagi, føra við sær lívshættiligar støður, eins og vit hava sæð fleiri dømir um í grannalondum okkara.

Á Politistøðini í Havn vísa tey á, at talan er um sera vandamikið herverk, sum hartil er straffbart, tí hetta slagið av herverki setur lívið hjá fólki í vanda.

Nú hetta vandamikla herverkið eisini er komið til Føroyar, mugu bileigarar og bilførarar kanna eftir, at bóltar ikki eru loystir, áðrenn tey fara avstað við bilinum um morgunin.

Veitst tú meiri um hesi málini ella hevur sæð slík herverk verða framd, so er at boða politistøðini frá beinanvegin.

 

Facebook viðmerking